Tom Hagen er nú leyslatin

Hægstirættur í Noregi tekur avgerðina hjá lagmannsrættinum til eftirtektar og avvísir soleiðis kæruni hjá løgregluni. Tað merkir, at Tom Hagen nú er leyslatin.

 

Í dag hevur hægstirættur í Noregi víst kæruni hjá løgregluni aftur um, at norski miljarderurin, Tom Hagen, skal vera verandi í varðhaldi, sum norski tingrætturin dømdi hann til fyri níggju døgum síðan.

Tá Tom Hagen varð handtikin og dømdur í varðhald í síðstu viku, kærdi hann avgerðina hjá tingrættinum fyri lagmannsrættinum. Lagmannsrætturin gav Tom Hagen viðhald í kæruni og gjørdi av, at hann skal leyslatast.

Lagmannsrætturin helt ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv ímóti hinum 70 ára gamla, og rætturin helt heldur ikki, at grundarlag er fyri skuldsetingini um dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen.

Norska løgreglan var ikki nøgd við hesa avgerð og skeyt hana inn fyri hægstarætt. Men, í dag er hægsti rættur komin til ta niðurstøðu, at tey vilja ikki ganga løgregluni á møti í kæruni. Tískil staðfestur hægstirættur avgerðina hjá lagmannsrættium.

Tom Hagen hevur sitið í varðhaldinum, meðan bíðað eftir verið eftir avgerðini í hægstarætti. Fyri løtu síðan slapp miljarderurin úr varðhaldinum, og í túninum bíðaði verji hansara, Svein Holden, sum tók Tom Hagen upp í sín bil.

Norska løgreglan vísir á, at hóast Tom Hagen nú er leyslatin, er hann framvegis skuldsettur í málinum um konu sína, Anne-Elisabeth Hagen.

Ståle Kihle, stuðulsadvokatur hjá Hagen-familjuni, sigur, at tey trý børnini hjá hjúnunum eru fegin um avgerðina í dag, og at pápin nú er loystur úr varðhaldinum. - Tey eru glað, men ikki ovfarin um avgerðina, sigur stuðulsadvokaturin.