Tom Hagen leggur einki í pengar

- Tom Hagen tímir ikki at vera í miðlunum, og hann er ikki glaður fyri at vera róptur miljarderur. Hann leggur einki í pengar, sigur vinmaðurin gjøgnum 40 ár, Tom Nilsen.

 

 

 

 

 

Vinfólk hjá Tom Hagen gjørdust ovfarin, tá hann herfyri varð handtikin og skuldsettur fyri dráp av konu síni. Nú stuðla tey vinmanninum av fullum hjarta - í øllum førum so leingi, sum skuldsetingarnar ímóti honum ikki eru prógvaðar, og hann ikki er dømdur fyri brotsgerðina.

Tom Nielsen hevur kent Tom Hagen í 40 ár. Hann heldur, at hin 70 ára gamli og skuldsetti maðurin er komin styrktur burtur úr støðuni seinastu tíðina. Tað var fríggjadagin í síðstu viku, at miljarderurin varð leyslatin úr varðhaldinum, tí lagmannsrætturin metti ikki, at løgreglan hevur prógvað, at hann er sekur.

Men, norska løgreglan hevur framvegis skuldsetingina um dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, hangandi yvir manninum.

Vinfólk hjá Tom Hagen skilja lítið av, at maðurin er skuldsettur fyri at hava ein leiklut í størstu krimigátu í Noregi nakrantíð. Ein maður, sum lítið og einki dugir í digitala heiminum - ein, sum ikki lesur sms og ikki so frægt sum dugir at lata upp ein viðheftan teldupost.

- Hann tímir ikki miðlarnar, og hann tímir ikki at hoyra, at hann er miljarderur. Eg havi altíð mett Tom Hagen sum ein erligan og dugnaligan mann, ið sigur tingini, sum tey eru og er avgjørdur. Eg havi einki negativt at siga um mannin, sigur vinmaður hansara gjøgnum øll hesi ár, Tom Nilsen, sum ikki dugir at ímynda sær, at Tom Hagen hevur gjørt av við konu sína.

Tom Nilsen vísir á, at teir plagdu at práta um ítrótt, tí báðir eru teir ítróttaridiotar, sum hann tekur til. - Tom Hagen og eg hava verið saman til nógv ítróttartiltøk ymsastaðni kring heimin. Eg stuðli honum av heilum hjarta, til tað øvuta er prógvað, sigur hann.

Vinmaðurin fegnaðist, tá lagmannsrætturin leyslat Tom Hagen úr varðhaldinum við teirri grundgeving, at løgreglan ikki hevur nóg góð prógv fyri, at hann hevur nakað við burturblívingina av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, at gera.

- Hetta merkir, at vit liva í einum rættarsamfelag. Vit hava rættindi, og eingin skal dømast upp á forhond. Tað hava verið løtur, har vit føldu, at Tom Hagen longu var dømdur. Nú slapp hann út aftur úr varðhaldinum, og tað prógvar okkurt, sigur vinmaðurin, Tom Nilsen.

Hann heldur tað vera løgið, at løgreglan nú kannar gamlar kloakkir á matriklinum hjá Tom Hagen, tí talan er um lok í túninum, sum løgreglan hevur koyrt oman yvir í 18 mánaðir. - Hetta tykist paniskt og svakt, heldur vinmaðurin.

Tom Nilsen lýsir Tom Hagen sum ein arbeiðsnarkoman, sum hann tekur til, og hann væntar, at hann longu er aftur til arbeiðis á arbeiðsplássi sínum. - Tað er ongantíð hent áður, at hann hevur verið burtur so leingi sum nú. Hann elskar sítt arbeiði, og hann er dugnaligur, sigur vinmaðurin.