Kona norska miljarderin, Tom Hagen, hevur nú verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018. Her eru hjúnini bæði avmyndaði í einari festligari løtu saman.

Tom Hagen sendir teldupostar til løgregluna

- At fólk í familjuni koma við íkasti, sjónarmiðum og hugsanum er púrasta vanligt fyri familjur í slíkari støðu, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

 

Kona norska miljarderin, Tom Hagen, hevur nú verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018. Her eru hjúnini bæði avmyndaði í einari festligari løtu saman.

 

VG veit í kvøld at siga, at maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, hevur sent norsku løgregluna fleiri teldupostar við sínum hugsanum um, hvussu hann heldur, at gátan um konu sína kann loysast.

Tom Hagen hevur annars verið ógvuliga friðarligur alment, síðan kona hansara hvarv úr heiminum hjá hjúnunum við Sloraveien 4 í Lørenskog í Noregi. Men, hann var eisini ein friðarligur maður, áðrenn konan hvarv.

Norska heimasíðan hevur um forrætningskeldur hjá Tom Hagen fingið upplýst, at Tom Hagen – meðan leitað hevur verið eftir konu hansara – hevur sent løgregluni í minsta lagi átta teldupostar.

Sum skilst, hevur miljarderurin við teldupostunum viljað givið løgregluni sítt íkast til, at málið verður loyst.

VG hevur eisini fingið upplýst, at ráðgevi hevur hjálpt Tom Hagen at seta upp ein lista við hugsandi brotsmonnum, sum kunnu hava staðið aftan fyri ella hava viðvirkað til, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Men, hvussu sær so norska løgreglan upp á hesi teldubrøv frá Tom Hagen?

- Upplýsingar, sum vit fáa, verða vigaðir og upplýsingar, sum vit halda vera viðkomandi, verða fylgdir upp. Fáa vit upplýsingar frá navngivnum persónum, verða teir sjálvsagt kannaðir við atliti til kanningararbeiði annars – uttan, at eg kann siga meira um hetta í smálutum, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

Hann leggur aftrat, at løgreglan tekur upplýsingar, sum koma, í álvara – antin teir eru frá Tom Hagen ella øðrum í familjuni.

- At fólk í familjuni koma við íkasti, sjónarmiðum og hugsanum er púrasta vanligt fyri familjur í slíkari støðu, og eisini í málinum um Anne-Elisabeth Hagen hava vit fingið upplýsingar, sum vit meta um á sama hátt, sum aðrar upplýsingar í málinum, sigur Tommy Brøske.

Hvar enda upplýsingarnir hjá Tom Hagen?

- Teir enda hjá teimum, sum hava ábyrgdina av upplýsingum, ið familjan kemur við, leggur kanningarleiðarin aftrat.

Soleiðis, sum VG skilir, eru upplýsingar, sum Tom Hagen er komin við, umfatandi og peika í ymiskar ættir í samband við, hvør kann standa aftan fyri gátuføra málið um Anne-Elisabeth Hagen, sum hann livdi saman við í 40 ár.

Advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, ynskir ikki at gera viðmerkingar til teldupostarnar, sum Tom Hagen hevur sent norsku løgregluni í málinum.

VG hevur eisini verið í samband við ráðgevan, sum hevur skrivað fleiri av teldubrøvunum hjá Tom Hagen, men hann er avgjørdur um, at hann ynskir ikki at gera viðmerkingar um sín leiklut í hesum sambandi.

Ráðgevin er eisini í løtuni íblandaður í vinnuliga virksemið hjá miljarderinum, Tom Hagen.

Hvør er tín leiklutur sum hjálpari hjá Tom Hagen?

- Eg havi einki sum helst at siga um málið, sigur ráðgevin hjá Tom Hagen.

Norska løgreglan veit um ráðgevan hjá manni Anne-Elisabeth Hagen.

- Hvønn leiklut hann møguliga hevur, má Tom Hagen ella ráðgevin sjálvur svara fyri, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

##med2##

Kona norska miljarderin, Tom Hagen, hevur nú verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018. Her eru hjúnini bæði avmyndaði í einari festligari løtu saman.