Tom Hagen sleppur ikki at flyta heim

Hóast løgreglan hevur lagt hald á heimið hjá miljarderinum í meira enn tríggjar mánaðir, sleppur løgreglan at hava húsini í sínari varðveitslu í fyribils tríggjar mánaðir aftrat.

Sambært tingrættinum sleppur løgreglan at hava húsini við Sloraveien í sínari varðveitslu í tríggjar mánaðar aftrat.

Sambært tingrættinum sleppur løgreglan at hava húsini við Sloraveien í sínari varðveitslu í tríggjar mánaðar aftrat.

 

Hetta er úrslitið av fundinum í tingrættinum í Noregi í gjár, har verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, reisti málið um húsini hjá miljarderinum, sum hann ikki hevur havt atgongd til í meira enn tríggjar mánaðir, tí løgreglan framvegis ger kanningar í húsunum. Løgreglan heldur nevniliga, at tað er her, at kona ríkmannin, Anne-Elisabeth Hagen, var fyri einari kriminellari brotsgerð, tá hon sporleyst hvarv hin 31. oktober í 2018.

- Vísandi til tað, sum kom fram á rættarfundinum, eru vit eitt sindur ovfarin av avgerðini, og tí halda vit tað eisini vera náttúrligt at biðja lagmannsrættin meta um spurningin, sigur verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, við norska kringvarpið, NRK. Lagmannsrætturin er kærumøguleikin eftir eina avgerð í tingrættinum, og lagmannsrætturin hevur áður gingið kæru hjá verjanum á møti. Tað hendi, tá lagmannsrætturin gjørdi av at leyslata miljarderin úr varðhaldinum, sum tingrætturin annars hevði dømt hann til. 

##med2##

Løgreglan hevur skuldsett miljarderin fyri at hava beint fyri konu síni - ella at hava viðvirkað til, at hon er dripin, og løgreglan metir, at hendingin er farin fram í heiminum hjá hjúnunum við Sloraveien 4 í Lørenskog. Sjálvur hevur Tom Hagen alla tíðina sagt, at hann hevur ósekur, og at hann als ongan lut eigur í, at kona hansara er horvin. Hagen-hjúnini eiga trý vaksin børn og fleiri abba-og ommubørn, og børnini hava onga løtu verið í iva um, at pápin er ósekur.

Tá málið í vár var fyri í lagmannsrættinum, og ein meiriluti av dómarunum í rættinum gjørdu av at leyslata miljarderin, kom rætturin til ta niðurstøðu, at løgreglan ikki hevur prógv fyri, at 70 ára gamli Tom Hagen er sekur. Rætturin helt nevniliga, at sannlíkindini fyri, at hann er ósekur eru størri enn sannlíkindini fyri, at hann er sekur. Trupulleikin hjá miljarderinum, síðan hann varð leyslatin fyrst í mai, er, at hann sleppur ikki heim aftur til sín sjálvs, og verjin hevur sagt, at hetta er tyngjandi fyri ein mann í hansara aldri.

Í nýggjastu avgerðini hjá tingrættinum verður sagt, at løgreglan hevur grundgivið fyri einum framhaldandi tørvi at hava húsini við Sloraveien 4 undir hond, bæði fyri ætlaðar kriminaltekniskar kanningar og møguligar nýggjar kanningar av ognini. Miðlarnir hava ikki atgongd til ein part av rættaravgerðini, tí løgreglan heldur, at hesin parturin - um hann verður almennur - kann skaða kanningararbeiðið.

- Vit eru nøgd við, at tingrætturin gevur løgregluni viðhald í, at tað er neyðugt og í lagi, at løgreglan kann leggja hald á húsini í eina tíð aftrat, soleiðis at vit kunnu gera okkum lidnar við kanningarnar á ognini. Vit skilja væl, at tað er tyngjandi fyri skuldsetta ikki at kunna búgva í egnum heimi, men í hesum føri halda vit, at kanningararbeiðið má viga mest, sigur løgregluleiðarin, Gjermund Hanssen, í tíðindaskrivi.

##med3##

Verjin, Svein Holden, heldur, at løgreglan hevur havt nóg mikið av tíð til at tryggja sær tey prógv, sum løgreglan heldur kunnu vera á ognini, og tí heldur hann, at Tom Hagen eigur at sleppa heimaftur. Nú er so væntandi, at verjin fer at kæra avgerðina hjá tingrættinum til lagmannsrættin, og soleiðis fara helst at ganga nakrir dagar, til ein endalig avgerð fyriliggur.

Men, fyribils sleppur miljarderurin, Tom Hagen, sum er skuldsettur í málinum, so ikki heim aftur til sín sjálvs.

Sambært tingrættinum sleppur løgreglan at hava húsini við Sloraveien í sínari varðveitslu í tríggjar mánaðar aftrat.

Tað er hugsandi, at verjin, Svein Holden, fer at kæra avgerðina hjá tingrættinum.

Miljarderurin, Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri dráp, sleppur ikki heim aftur fyribils.