Tom Hagen: Tá óttin gjørdist til veruleika

Tom Hagen bar ótta fyri, at løgreglan arbeiddi við einari sak ímóti honum. Tað gjørdi løgreglan eisini.

 

 

Í fleiri umførum læt norski miljarderurin, Tom Hagen, løgregluni ymisk tipp um, hvussu hann helt, at málið við konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, kundi loysast. Hetta gjørdi hann eitt nú við teldupostum, sum hann sendi løgregluni. Í onkrum av hesum teldupostum vísti hann á, at loysnin í gátuføra málinum helst var at finna í nærumhvørvinum.

Men, Tom Hagen bar eisini ótta fyri, at løgreglan arbeiddi við einum máli, sum vendi ímóti honum sjálvum.

Og tað gjørdi løgreglan eisini.

VG hevur fingið upplýst, at Tom Hagen í fleiri umførum hevur spurt, um kanningararbeiðið hjá løgregluni í samband við, at kona hansara møguliga er dripin, er vent móti honum. Hvørja ferð skal hann hava fingið sama sissandi svar, at hann hevur status sum vitni.

So seint, sum hin 5. mars í ár segði kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við VG, at Tom Hagen hevði status sum vitni. Men, hvussu kann so miljarderurin hava havt eitt slíkt status, samstundis sum hann verður kannaður fyri dráp?

- Vit hava ongar viðmerkingar til hetta út yvir at vátta, at Tom Hagen hevur havt status sum vitni, til hann verður skuldsettur hin 27. apríl, sigur umboðið fyri ákæruvaldið, Haris Hrenovica, við VG.

VG skrivar eisini, at sambært upplýsingum, sum heimasíðan hevur frá fólki, ið stóðu Tom Hagen nær, hevur miljarderurin verið vitandi um, hvat hevur verið tutlað í krókunum - at tað er hann sjálvur, sum hevur syrgt fyri, at konan er horvin.

Ein kelda sigur við VG, at Tom Hagen hevur havt ilt av tí, sum snakkað hevur verið í hansara nærumhvørvi, og at hann skal hava verið sera bilsin um hesar søgur, tá hann frætti um slaturin fyrr í vetur. Kortini skal hann hava tikið hetta, sum tað, tað var, tí hann ”visti”, at søgurnar vóru ikki sannar, segði keldan við VG.

Heimasíðan sigur seg eisini hava fingið at vitað, at miljarderurin í eina tíð hevur verið órógvaður av, at løgreglan møguliga var í holt við at byggja eina søk móti honum. So seint, sum beint fyri jól í fjør skal Tom Hagen hava spurt løgregluna beinleiðis, um tey hava illgruna til hansara í málinum.

Ávegis í kanningararbeiðnum vóru fleiri óformellir fundir millum fólk í Hagen-familjuni og kanningarleiðsluna hjá løgregluni. Á slíkum fundum fekk Tom Hagen at vita, at gongd var í málinum, og at møguleikar vóru fyri, at gátan um konu hansara, Anne-Elisabeth Hagen, møguliga fór at vera loyst.

Men, í vikuni varð Tom Hagen so handtikin á opnari gøtu í Lørenskog, skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Eitt væl mannað løgreglulið við blunkandi bilum stongdi vegir, tá hann var á veg til arbeiðis. Løtu seinni sóu fólk, at bilurin hjá honum stóð tómur við vegkantin, og tá hevði løgreglan handtikið miljarderin.

Dagin eftir varð hann í grundlógaravhoyri varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur, meðan løgreglan ger fleiri kanningar í málinum. Tom Hagen hevur noktað seg sekan og sigur seg einki hava við burturblívingina av konu síni at gera og verji hansara, Svein Holden, sigur, at grundarlagið hjá løgregluni fyri handtøku og skuldseting eftir hansara tykki er ógvuliga veikt.

Tom Hagen og verjin, Svein Holden, hava kært avgerðina hjá tingrættinum um varðhaldsfongsling.