Tom Hagen við løgregluna: Loysnin er lokal

Miljarderurin heldur, at brotsgerðin móti Anne-Elisabeth Hagen er framd fyri at raka hann persónliga.

 

Enn røkist lítið fyri, at norska løgreglan fer at fráboða, at tey nú hava loyst gátuføra málið um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018. Maðurin og miljarderurin, Tom Hagen, hevur sagt við norsku løgregluna, at tey, sum hava ábyrgdina av, at konan hvarv, helst vilja raka hann persónliga, og hann heldur ikki, at brotsgerðin er framd einans fyri at tjena pengar.

Sum vit á In.fo áður hava greitt frá, hevur Tom Hagen í fleiri umførum vent sær til løgregluna um sín advokat. Hetta hevur hann eitt nú gjørt við brøvum - eisini longum brøvum - har hann letur løgregluna vita, hvussu hann heldur, at gátan um horvnu konu sína møguliga kann loysast.

Sambært heimasíðuni VG hevur Tom Hagen eisini ført fram, at hann metir málið at hava eina lokala loysn, sum hann tekur til. VG hevur nevniliga fingið endurgivið høvuðsinnihaldið í teimum eygleiðingum, sum Tom Hagen hevur gjørt og hevur latið løgregluni.

- Vit hava áður sagt, at vit fáa upplýsingar frá Tom Hagen og familjuni. Vit meta um hesar upplýsingar á sama hátt, sum vit meta um aðrar upplýsingar. Her eru upplýsingar, sum vit meta áhugaverdar, og her eru upplýsingar, sum vit meta minni áhugaverdar. Men, eg kann ikki siga, hvørjar niðurstøður vit hava gjørt okkum í hesum sambandi, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

VG sigur seg vita, at Tom Hagen fleiri ferðir hevur sagt, at løgreglan eigur at hava meira fokus á nærumhvørvið í og kring Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen búði saman við manni sínum. Tíðliga í kanningararbeiðnum bað løgreglan eisini Tom Hagen koma við sínum boðum upp á, hvat hann heldur kann vera hent konuni.

Tom Hagen hevur yvir eina longri tíð latið løgregluna vita, at tann ella tey, sum hava burturflutt Anne-Elisabeth Hagen, kunnu hava eitt lokalt tilknýti til Lørenskog og økið um hesar leiðir, og hann hevur verið minni upptikin av møguleikanum, at talan eisini kann vera um altjóða felagsskapir, sum eru partur av brotsgerðini.

VG hevur eisini fingið upplýst, at Tom Hagen hevur nevt kringluta vegin inn til húsini við Sloraveien í Lørenskog. Vegurin er soleiðis háttaður, at fólk, sum høvdu ætlað sær at framt kriminellar atgerðir og brúkt henda vegin til flutning, helst mugu kenna umhvørvið væl. Tom Hagen heldur eisini, at tað skulu vera fólk, sum eru kend á adressuni, sum hava parkerað ein bil við húsini hin 31. oktober í 2018.

Sambært upplýsingum, sum VG hevur, hevur Tom Hagen eisini eitt ástøði um, at tann ella tey, sum hava rænt konu hansara, eru fólk, sum kenna hann. Hann hevur sett sær spurningin, hví tey, sum standa aftan fyri brotsgerðina, júst hava valt at hevna seg inn á hann, tá hann, sum Tom Hagen sjálvur tekur til, er plaseraður langt niðri á listanum yvir tey 400 ríkastu í Noregi.

Tom Hagen heldur sambært VG ikki, at brotsgerðin er framd móti familjuni bara fyri at fáa pengar burtur úr hesum, og hann hevur sambært heimasíðuni hjá VG nevnt, at brotsgerðin helst hevur til endamáls at raka hann persónliga - og soleiðis eisini fíggjarliga.

Advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, sigur við VG, at Tom Hagen í allar mátar vil hjálpa løgregluni, og hann hevur givið løgregluni nógvar upplýsingar undir avhoyringum, sum hava verið. Advokaturin hevur eisini fleiri ferðir greitt frá, at Hagen-familjan hevur havt tað ógvuliga trupult, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv.