Tom Hagen ynskir at gátan verður loyst

- Høvuðsáhugin átti at verið savnaður um, hvat hendi Anne-Elisabeth Hagen, sigur verjin hjá 70 ára gamla, Tom Hagen, Svein Holden.

 

- Tað hevur verið málið hjá Tom Hagen í meira enn tey ár, at kona hansara verður funnin, sigur verjin.

- Tað hevur verið málið hjá Tom Hagen í meira enn tey ár, at kona hansara verður funnin, sigur verjin.

 

Verjin hjá norska miljarderinum, Svein Holden, sigur upp á fyrispurning frá VG, at hann følir tað ørkymlandi at vera spurdur um viðmerkingar til viðurskifti, sum løgreglan eftir øllum at døma lekur út til almenningin um málið. Hann vísir eisini á, at hann hevur tagnarskyldu og tískil ikki kann svara spurningunum, sum VG setir. Norska heimasíðan hevur nevniliga spurt verjan um viðmerkingar til úttalilsi hjá vitnum, sum siga, at Anne-Elisabeth Hagen ikki var nøgd í hjúnalagnum við Tom Hagen.

- Eg loyvi mær kortini at staðfesta, at tað liggur nógv kunning í kanningartilfarinum hjá løgregluni, sum sigur heilt aðrar søgur um hjúnabandið millum Anne-Elisabeth og Tom Hagen enn tær, sum eru umrøddar í fyrru greinini um málið á In.fo í kvøld. Hesar søgur siga, at tey bæði livdu í einum góðum hjúnabandi, men slíkar søgur fylla ikki teigarnar á heimasíðuni hjá VG, sigur hann eitt sindur fortørnaður.

Í skrivi til VG heldur verjin eisini, at høvuðsáhugin átti at verið savnaður um, hvat hendi við Anne-Elisabeth Hagen. 

- Hetta hevur verið málið hjá Tom Hagen í meira enn tvey ár. Hann setti frá fyrstu løtu alt til løgregluna at ráða yvir, soleiðis at tey kundu loysa málið. Hann læt løgregluna ferð eftir ferð leita bæði í húsunum og smáttunum - júst, sum tey ynsktu. 

Her kundu tey bæði leita eftir sporum og kanna hús og smáttur, júst sum tey vildu.

Svein Holden vísir á, at tá tíðin gjørdist so órímiliga long, og Tom Hagen ikki slapp heim aftur til sín sjálvs í fleiri mánaðir, noyddist hann sum verji at fara í rættin við málinum, og her staðfesti lagmannsrætturin, at tíðin, sum løgreglan kundi hava húsini í sínari varðveitslu, mátti avmarkast.

##med2##

Í skrivinum til VG vísir verjin eisini á, at øll skriving um málið, har Tom Hagen framvegis er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, ger ikki, at málið um konu hansara, Anne-Elisabeth Hagen, er nærri einari loysn.

Ståle Kihle, sum er stuðulsadvokatur hjá Hagen-børnunum, fýlist á, at lekar eru í samband við kanningararbeiðið hjá løgregluni, og eins og verjin hjá Tom Hagen, hevur stuðulsadvokaturin eisini tagnarskyldu.

- Eg vil minna á, at mínir “klientar” eru offur í hesum ógvuliga tyngjandi máli, men redaktiónin hjá VG tekur ikki atlit til hetta, sigur stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle.

Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst er burtur, hevur eisini ein stuðulsadvokat, Gard Lier, og hann heldur tað vera ógvuliga óheppið fyri tey avvarðandi, kanska serliga fyri børnini, at lekar eru í arbeiðnum hjá løgregluni, tí her er talan um viðurskifti, sum børnini kanska slett ikki vita um.

##med3##

- Tað hevur verið málið hjá Tom Hagen í meira enn tey ár, at kona hansara verður funnin, sigur verjin.

Svein Holden er verji hjá Tom Hagen.

Tom Hagen læt løgregluna leita bæði í húsunum og smáttunum í vónini um at kunna loysa málið.