Tónasmiður dripin av grábjørn

Syrgiliga hendingin fór fram, meðan maðurin var úti í villu kanadisku náttúruni og leitaði eftir ljóðum til tónleikaíblástur.

 

Julien Gauthier var trúfastur móti sínum forvitni, og málið hjá honum var at geva fólki tónleik við íblástri úr náttúrunar vakurleika.

Julien Gauthier var trúfastur móti sínum forvitni, og málið hjá honum var at geva fólki tónleik við íblástri úr náttúrunar vakurleika.

 

Sambært løgregluni í Kanada vórðu 44 ára gamli tónasmiðurin, Julien Gauthier, ein fotografur og ein lívfrøðingur, álopin av einari grábjørn, meðan tey lógu og svóvu í villu náttúruni.

Bjørnin greip um nakkan á Julien Gauthier og dró hann út úr leguni. Seinni varð maðurin funnin deyður í skógini nakað burtur frá leguni. Fotografurin og lívfrøðingurin, Camille Toscani, fingu ongan skaða.

Julien Gauthier starvaðist sum tónasmiður hjá Orchestre de Bretagne Rennes í Fraklandi, og hann fekk íblástur til sín tónleik úr ljóðum í náttúruni.

##med2##

Tað var hin 1. august, at hann vildi liva dreymin í kanadisku villmørkini, og tað var eisini hetta umhvørvi, sum gjørdist hansara bani, tá grábjørnin tók hann og gjørdi av við hann.

Orchestre de Bretagne skrivar á sínari Facebook-síðu, at Julien Gauthier var trúfastur móti sínum forvitni, og málið hjá honum var at geva fólki tónleik við íblástri úr náttúrunar vakurleika.

Lagt verður aftrat, at í fjør spældi Orchestre de Bretagne verkið hjá Julien Gauthier - "Southern Symphony" - við íblástri úr Antarktis.

Julien Gauthier var trúfastur móti sínum forvitni, og málið hjá honum var at geva fólki tónleik við íblástri úr náttúrunar vakurleika.

- Grábjørnin greip um nakkan á Julien Gauthier og dró hann út úr leguni, sigur kanadiska løgreglan.