Tónleikur hjá Bubu á geyma

Hann hevur fleiri enn 4.5 milliónir sýningar á youtube, og flestu børn, vaksin og eisini ommur og abbar kenna sangirnar hjá Klovninum Bubu, sum nú letur úr hondum nýggjan tónleik.

Tónleikurin er savnaður á ein geyma, ið hevur 13 løg á, og kemur út í gjár, og har eru 7 sangir nýggir, umframt 6 sangir, ið eru framførdir áður, men tó ikki allir gjørdir sum sjónbandalag.

- Hetta hevur verið á veg leingi, men nú er geymin endiliga her. Vit hava valt at leggja tónleikin á geyma, tí at tað eru alt fleiri ið ikki hava fløguspælara, og tí at geymin eisini er lættari at hava við sær, ella spæla av í bilinum. Hesir sangirnir eru ymiskir og fjølbroyttir, og hava jaliga og lætta Bubu dámin yvir sær, sigur Bubu um nýggju útgávuna:. 

Bubu sigur leggja dent á at framleiða føroyskt tilfar til føroysk børn.