Top Gun 2: Her er fyrsti brellbitin

Filmurin »Top Gun« frá 1986 er ein klassikari. Tom Cruise var í høvuðsleiklutinum sum flogskiparin Maverick, og onkrir partar av filminum teljast millum mest minniligu løturnar í Hollywood filmum.

Nú 33 ár seinni eru upptøkur í gongd til nýggjan »Top Gun« film. Filmurin hevur fingið heitið »Top Gun: Maverick«. Aftur hesaferð er Tom Cruise í høvuðsleiklutinum sum djarvi og nasadjarvi Maverick, og onkur annar av sjónleikarunum frá upprunaliga filminum – eitt nú Val Kilmer – spæla eisini við í nýggja filminum.

Enn er ikki nógv sagt alment um, hvør søgugongdin í nýggja filminum er, men Maverick er nú vorðin lærari hjá teimum vónríku fólkunum, sum vilja flúgva stríðsflogfør.

Í gjár var fyrsti brellbitin av nýggja nýggja filminum almannakunngjørdur, og hann kann síggjast her:

##med2##



TOP GUN 2: MAVERICK Trailer (2020) Tom Cruise Movie