Tóri í Hoyvík fer frá sum býargartnari

Halla Áargarð er sett sum nýggjur býargartnari

Tóri í Hoyvík og Halla Áargarð (Myndir: Tórshavnar kommuna)

Tóri í Hoyvík og Halla Áargarð (Myndir: Tórshavnar kommuna)

Tóri í Hoyvík hevur verið býargartnari í Havn síðani alhalgunadag 1982, og nú takkar hann fyri seg nærum 38 ár seinni.

Í hesum sambandi varð skipað fyri fráfaringarløtu fyri býargartnaranum við Boysensgarð í síðstu viku. 

– Tað er lítið at taka seg aftur í, at tað er Tóra í Hoyvík fyri at takka, at Havnin er so grøn og vøkur í dag, sigur Tórshavnar kommuna.

Tóri er uppvaksin í Hoyvík og var nógv í Hoydølum á ungum árum, har hann hevði eina heila viðarlund sum heimabeiti, umframt Kúrdal og Royndarstøðina á Hoyvíksgarði. Leivur Trónd var granni og hevði vakstrarhús.

Tóri í Hoyvík var fyribilssettur, tá ið Poul Michelsen var borgarstjóri.

– Vit kenna hann sum býargartnara, urtagarðsfrøðing, grundarstein á teknisku fyrisiting og alfrøði fyri alla deildina og umsitingina, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá ið hon takkaði Tóra fyri drúgva og trúgva tænastu í Tórshavnar kommunu.

##med2##

– Tóri hevur staðið á odda fyri at menna alt tað grøna í Tórshavnar kommunu, hann hevur røkt allar grønar blettir, og so er hann algóður við øll trøini í býnum. Hann hevur eisini verið við til stóru frílendisætlanina fyri Hoydalar, sigur Tórshavnar kommuna.

Halla Áargarð, sum hevur lisið landslagarkitektur, tekur við sum nýggjur býargartnari.

Borgarstjórin beyð Hallu Áargarð hjartaliga vælkomnari í starvið sum býargartnari.

Tóri verður verðandi eina tíð aftrat og fær borið vitan sína víðari til nýggja býargartnaran.

##med3##

Tóri í Hoyvík og Halla Áargarð (Myndir: Tórshavnar kommuna)