Tekna kirkju og vinn 175.000 krónur

Kirkjuráðið á Argjum hevur skrivað út eina almenna projektkapping um nýggja kirkju á Argjum.

Kirkjuráðið á Argjum hevur skrivað út eina almenna projektkapping um nýggja kirkju á Argjum.

 

Endamálið við kappingini er at fáa fram uppskot til eina nýggja kirkju, tí verandi kirkja ikki er tíðarhóskandi.

 

Kirkjuráðið hevur útvegað sær øki tætt við Sandá og Gamla Spinnaríið, sum var her.

 

Talan er um eitt spennandi, men eisini avbjóðandi øki. Soleiðis vera stór krøv sett til, at kirkjan fellir væl inn í økið og virðir Sandá og náttúruøkið umkring.

 

Kappingin er almenn, har allir føroyingar kunnu luttaka.

 

Samlaða upphæddin til virðislønir og innkeyp er 400.000 krónur. Av hesum verður latin ein 1. virðisløn á ikki minni enn 175.000 krónur.