Torratingið verður sent mikukvøldið

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Fiskivinnukjak á Skúlatrøð: Mikukvøldið 24. februar kl. 19 verður Fiskivinnukjak á Skúlatrøð uttan áhoyrarar - hetta vegna koronustøðuna. Kjakið verður víst beinleiðis í Kringvarp Føroya.

Samstundis, sum avgerð varð tikin fyrst í árinum um ikki at hava Torradagar í Klaksvík í ár, vegna tilmælini kring Koronu, vórðu samráðingar tiknar upp við Kringvarpið um at halda fast við Torratingið, kallað.

Tað hevur verið siðvenja á Torradøgunum at serliga floksformenninir á tingi hava kjakast um fiskivinnupolitikkin í breiðarimerking undir leiðslu av Jón Brian Hvidtfeldt og eisini hevur Óluvu Zachariassen verið við sum vertur.

Tí varð valt at skipa kjakið í ár bert sum eina sjónvarpssending uttan áskoðara, og at hon skal verða send beinleiðis frá Skúlatrøð. Tingmenn eru við, men eisini umboð fyri vinnuna verða við, har teimum verða settir ymiskir spurningar.

Tað er Kringvarp Føroya, sum skipar fyri fiskivinnukjakinum saman við Torradøgunum. Umboð fyri allar politisku flokkarnar á tingi verða við á fundinum og eisini fyri vinnuna.

Jón Brian Hvidfeldt verður orðstýrari, har til ber at senda spurningar inn umvegis netið.

Mynd: Dávur Winther