Tórshavnar Býráð sigur nei til felags brennistøð við IRF

Tað manglar ein atkvøða í at fáa undirtøku fyri ætlanini

Brennistøðin í Havn er uppslitin, men spurningurin er um Havnin skal byggja sína egnu brennistøð fyri eina hálva milliard, ella legja saman við IRF

Brennistøðin í Havn er uppslitin, men spurningurin er um Havnin skal byggja sína egnu brennistøð fyri eina hálva milliard, ella legja saman við IRF

Tað er nú greitt, at meirilutin í Tórshavnar Býráð er ímóti ætlanini at Tórshavnar Kommuna og IRF skulu gera eina felags brennistøð.

Tað skrivar Sosialurin ígjár.

Teir seks býráðslimirnir í minnilutanum hava boðað frá, at teir eru ímóti ætlanini.

Og tað vísir seg, at eisini í meirilutanum er Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn, eisini ímóti ætlanini.

Sostatt eru tað bara teir fimm býráðslimirnir í Tjóðveldi og teir báðir býráðslimirnir fyri Fólkaflokkin, sum taka undir við málinum.

Men tað er ein atkvøða ov lítið til at fáa tað samtykt.

Bergun Kass er ikki samd við restini av meirilutanum um, at hetta er ein stórur fyrimunur fyri Havnina.

Hon sigur, tvørtur ímóti, at tað vita vit ikki, og tí heldur hon ikki at máliðer búgvið at taka støðu til.

Hon vil bara taka undir við teirri loysnini, sum er best fyri havnarborgarar í longdini, og tí vil hon hava málið kannað gjølligari.

Í Sosialinum í gjár greiðir hon nágreiniligari frá, hví hon ikki vil taka undir við ætlanini, hóast tað er ført fram, at tað fer at kosta Tórshavnar Kommunu einar 500 milliónir krónur at byggja sína egnu brennistøð, heldur enn at lata IRF byggja eina felags brennistøð fyri alt landið.

Brennistøðin í Havn er uppslitin, men spurningurin er um Havnin skal byggja sína egnu brennistøð fyri eina hálva milliard, ella legja saman við IRF