Tórshavnar Býráð: Soleiðis verður ólavsøkan hildin

Eru korona-tilmælini í gildi ólavsøka, hevur býráðið lagt eina ætlan fyri, hvussu vit so skulu halda ólavsøku

Soleiðis verður ólavsøkan ikki í ár

Soleiðis verður ólavsøkan ikki í ár

Standa korona-tilmælini framvegis við á ólavsøku, fer tað ikki at bera til at halda eina vanliga ólavsøku.

Tað ásanna tey í Tórshavnar Býráð, og tí hava tey lagt eina ætlan fyri, hvussu ólavsøkan so kann haldast í ár.

Í løtuni er tilmælið, at vit skulu í mesta lagi verða 100 fólk saman, men vit skulu vera tveir metrar frá hvørjum øðrum.

Og undir slíkum umstøðum er ómøguligt at halda ólavsøku, sum vit plagdu.

Men býráðið sigur, at tey vilja hava eina so vanliga ólavsøka sum gjørligt. Men kortini vilja tey royna at fáa fólk til at halda ólavsøku við frástøðu.

Tí mæla tey til, at eigarafeløg og býarpartar kring um í Havnini skipa fyri hvør sínari ólavsøku á sínum øki.

Fyri at eggja teimum til hetta, og fyri at fáa tað hugnaligt kring býin, skal hvørt eigarafelag, ella býarpartur, fáa møguleikan til at vísa á eitt øki, har tey vilja skipa fyri tiltøkum. Og so kunnu tey søkja um at 10.000 krónur í stuðuli frá býráðnum til leiga tjald, grill, benkur, borð og aðra útgerð, tey halda, tey fáa brúk fyri.

Eigarafeløgini og grannaløgini hava ábyrgdina av sínum tiltaki, og tey taka sjálvi upp eftir sær. Men tey í býráðnum vænta kortini ikki at sleppa undan at hjálpa til við upptakinum, siga tey.

Hinvegin sigur Býráðið, at einki tivoli verður á Skálatrøð hesa ferð. Tað er fyri at forða fyri, at ov nógv fólk fer í býin.

Tað er ein missur hjá ítróttarfeløgunum upp á einar 500.000, men ístaðin ætlar býráðið, at ítróttarfeløgini fáa aðrar uppgávur at røkja, og fáa eina samsýning fyri tað. Hetta kann vera at hjálpt eigarafeløgum og grannaløgum at skipa fyri Ólavsøkuni.

Kommunan brúkar vanliga umleið 800.000 krónur upp á ólavsøkuna. Peningurin verður brúktur uppá trygdina, Tórspall, lýsinga og til at pynta býin. Afturat hesum brúkar reinhaldið umleið 400.000 krónur at halda býin reinan.

Av tí, at býurin framvegis skal pyntast, og ætlanin er at hava konsertir, sum verða varpaðar út, verður ikki mett, at nógv kann sparast her.

Soleiðis verður ólavsøkan ikki í ár