Brandur og "Skansin" stuðla eisini í mótgongd

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Brandur Arnoarson frá "Skansanum" fegnast um vaksandi áskoðaramentanina í Føroyum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Brand Arnoarson (ytst til vinstru á myndini ) úr Kaldbak, sum er ein av mongu og óføru fjepparunum hjá "Skansanum".

 

Sum allir aðrir fótbóltshugaðir føroyingar ergrar Brandur seg um útfallið av dystinum ígjárakvøldið, men hann heiðrar føroyska liðið fyri gott spæl í stórum løtum av dystinum. Brandur vil ikki taka nakran spælara framum nakran annan, tí hann leggur dent á at stuðla sjálvt liðið. 

 

Brandur leggur dent á, at hann og øll hini í "Skansanum" leggja dent á, at tað skal stuðlast alla somlu tíðini, og tað skal ikki helmast í, um Føroyar eru aftanfyri. Brandur fegnast um menningina, sum hevur verið í "Skansanum", har teir dyst fyri dyst gerast betri og betri at fyrireika seg at seta lív og stemning í Tórsvøll, og at stuðla føroyska liðnum frá dystarbyrjan til dystarenda.

 

Enn hevur "Skansin" ikki skipa fyri uttanlandsferðum, men tað er avgjørt nakað, sum tey í "Skansanum" kundu hugsað sær at reika fyri í framtíðini, so "Skansin" eisini fær stuðlað okkara liði á útivølli.