Hoppandi til Athen

Fyrr í dag kom føroyska landsliðið til høvðusstaðin í Grikkalandi, eftir ein heldur turbulentan flogtúr

Mynd: (Tróndur Arge) Fróði Benjaminsen(t.v), Gilli Sørensen(i miðjuni) og Kaj Leo í Bartalsstovu ger klárt til ferðina

Mynd: (Tróndur Arge) Fróði Benjaminsen(t.v), Gilli Sørensen(i miðjuni) og Kaj Leo í Bartalsstovu ger klárt til ferðina

Føroyski landsliðshópurin kom fyrr í dag til Athen í Grikkalandi, har landsliðið fríggjakvøldið skal spæla landsdyst móti grikkum. Hópurin samlaðist í gjár á Hotel Hilton.

 

Farið var úr Kastrup tíðliga í morgin og ferðin til Grikkalands tók áleið tríggjar tímar. Tað hoppaði til tíðir nakað illa í flúgvarinum orsaka av turbulensi, sum tó hasaði av í leypi av túrinum.

 

Flogskiparin greiddi frá, at talan var um trubulens í øll hæddum. Tí varð ikki møguligt at snúgva seg undan eitt sindur av einum hoppitúri einu løtuna. Veðrið í Athen er gott og hitin er yvir tjúgu stig.

 

Hópurin, sum Lars Olsen úttók, er við allur sum hann er. Tað var eitt lítið ivamál við Viljormi Davidsen, men hann er frískur aftur.

 

Málverjar:

Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Tórður Thomsen, B36 Tórshavn

 

Verjuspælarar:

Jónas Tór Næs, EB/Streymur

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Atli Gregersen, Víkingur

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)

Odmar Færø, B36 Tórshavn

Hanus Jacobsen, Víkingur

 

Miðvallarar:

Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn

Gilli Sørensen, AaB Ålborg (DEN)

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík

Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn

Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (NOR)

Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)

Hallur Hansson, Víkingur

Brandur H. Olsen, FC København (DEN)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Framherjar:

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Arnbjørn Hansen, EB/Streymur

Jóan Símun Edmundsson, HB Tórshavn