Torsteinn Már Baldvinsson tekur seg aftur sum nevndarformann í Framherja

Nevndarformaðurin í Framherja, íslendski Torsteinn Már Baldvinsson, tekur seg aftur sum nevndarlimur og nevndarformaður í spf/ Framherja, og øllum tess dóttirfeløgum

 

Í síðstu viku kom fram í íslendsku tíðindasendingini Kveikur, at Samherji skal hava vunnið pening ólógliga gjøgnum eitt dóttirfelag í Namibia. Samherji skal hava fingið stóran ágóða av virkseminum í Namibia, og hevur síðani brúkt eitt vælkent skattaskjól á Marshall Oyggjunum í royndini at fáa vinningin út úr afrikanska landinum.

Kveikur hevur fingið fatur á bæði trúnaðarskjølum og teldupostum hjá viðskiftafólki hjá Samherja, gjøgnum WikiLeaks. Í skjølunum sæst millum annað, at Samherji seinastu tíggju árini hevur goldið umleið hundrað milliónir íslendskar krónur til framstandandi politikkarar og embætisfólk, fyri at fáa loyvi at fiska meira enn loyvdu kvotuna. Og her er tað, at mistankin um mutur er komin fram.

Fyrrverandi leiðarin fyri virkseminum hjá Samherja í Namibia, Jóhannes Stéfansson, hevur sagt, at tað var Tórsteinn Már Baldvinsson, stjóri, sum gav boð um at mutra embætisfólkini.

Nú málið verður kannað nærri í Íslandi, er Torsteinn Már Baldvinsson farin frá sum stjóri í Samherja. Hann hevur tó verið nevndarlimur og formaður í føroyska Framherja. Men nú er greitt, at hann eisini fer frá sum nevndarformaður og nevndarlimur í Framherja og øllum dóttirfeløgunum.

Sum nevndarlimur í hansara stað er valdur Árni Absalonsen, Stoffalág 122, Tórshavn.

Nevndin hevur skipað seg við Elisabeth D. Eldevig Olsen sum nevndarforkvinnu.