Tosa nú um at fara í verkfall

Møguleikarnir fyri eini semju eru við at fánað burut, sigur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

– Nú fara vit at viðgera støðuna, men tað er ikki greitt, nær vit eru komin til eina niðurstøðu. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tey hava samráðst við Fíggjarmálaráðið í langsamiliga tíð um ein nýggjan sáttmála, men tað bar ikki á mál og tískil vórðu semingsmenninir boðsendir. Teir kastaðu eisini handklæði í ringin og síðani hevur tað verið sáttmálaloysi ímillum partarnar.

Kortini hevur eitt ávíst samskifti veriðo og fríggjadagin fekk Fíggjarmálaráðið eitt nýtt uppskot frá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Sambært Óluvu í Gong, forkvinnu í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, byggir uppskotið á semingsuppskotið, sum tey annars vrakaðu, men sum Fíggjarmálaráðið góðtók. Men hon sigur, at lønarhækkingin varð roknað eitt sindur øðrvísi út so tilsamans gav tað sjúkrarøktarfrøðingunum eitt vet meiri.

– Talan var um smápengar, tí tað hevði ført til eina útreiðslu hjá landskassanum upp á 60.000 krónur afturat um mánaðin í eitt ár, sigur hon.

Tí koma tað fullkomiliga óvart á hana, at Fíggjarmálaráðið havnaði uppskotinum. Í hesum sambandi hevur leiðarin á lønardeildini víst á, at tey halda seg til semingsuppskotið, har sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa somu lønarhækking, sum øll onnur hava fingið, umframt at sáttmálin varð gjørdur meiri nýtímans og einfaldari at skilja.

Og tað er hesa lønarhækkingina, semingsuppskotið byggir á, men Óluva í Gong, sigur, at upprunaliga ætlaði Fíggjarmálaráðið, at sjúkrarøktarfrøðingarnir skuldu ikki fáa eina krónu í Lønarhækking.

Men hon leggur afturat, at eftir at Fíggjarmálaráðið vrakaði tað seinasta uppskotið, stendur í botni ímillum partarnar og tað er ein støða, tey fara at viðgera í dag.

Vit umrøða allar møguleikar, og vit viðgera eisini møguleikan fyri at fara í verkfall, sigur hon, men hon dugir ikki at siga, nær ein niðurstøða fyriliggur. 

Men verkfallið er avgjørt seinasti útvegur, leggur hon afturat. Fara tey í verkfall, skulu tey boða frá tí í minsta lagi 48 tímar frammanundan.