Toskurin álvarsama hóttur í eystursjónum

ES-kommissiónin hevur tikið eina skundisliga avgerð um at steðga øllum fiskiskapi eftir toski.

Sambært serfrøðingum er illa statt hjá toskastovninum, og tískil varð skundislig avgerð tikin um at steðga toskafiskiskapinum í Eystursjónum.

- Toskastovnurin í eystara partinum av Eystursjónum er undir stórum trýstið, og vandi er fyri, at nøringarevni hjá stovninum falla vegna minkandi lívmegn, vísir kommissiónin á.

Forboðið at fiska eftir toski tekur við beinanvegin, og er í fyrstu syfti galdandi inntil 31. desember í ár, men fevnir ikki um smábátar.

Fleiri umhvørvisfelagsskapir hava áhaldandi funnist at toskakvotunum hjá ES-londunum, og hava roynt at steðga toskafiskiskapinum í Eystursjónum.

Avgerðin hjá ES varð tikin eftir upplýsingartilfarið og ráðgeving úr altjóða havgranskingarstovninum ICES.  

/ritzau/