Toyota: Hybrid-sølan setir met

– Tá Toyota afturi í 1997 sendi fyrsta hópframleidda hybrid-bilin – Toyota Prius – á marknaðin, vóru atfinningarsomu røddirnar nógvar. Men seinastu 23 árini hava prógvað, at hybrid-tøknin hevur gjørt sína ávirkan galdandi.

 

 

Soleiðis skrivar Reyni Service á heimasíðuni í dag.

– Hóast alheimssølutølini fyri bilar fullu nakað í koronurakta 2020, so hevur Toyota ongantíð áður selt so nógvar bilar við Hybrid-tøkni. Heilt neyvt sendi Toyota 1.959.570 nýggjar Hybrid-bilar á marknaðin í 2020, og tað er ein vøkstur upp á 2% sammett við 2019, skrivar Reyni Service.

– Samanlagt hevur Toyota nú selt fleiri enn 17 milliónir Hybrid-bilar. Tað hevur viðført eina minking upp á 120.000.000 tons av CO2, sammett við støðuna, sum hevði verið, um hesir bilar vórðu drivnir við vanligum bensin- ella diesel-motorum.

Í Europa vóru nærum tveir triðingar av nýggjum Toyota-bilum í 2020 seldir við Hybrid-tøkni. Heima í Føroyum var Hybrid-parturin góð 39 prosent.

– Eitt tal, sum væntandi verður enn hægri, nú umhvørvisatlit hava fingið størri vekt, tá skrásetingargjøld av motorakførum verða roknað, skrivar føroyska Toyota-umboðið.