Ráðhúsið í Eysturkommunu er rættiliga sermerkt

Trettan valevni stilla upp á nýggjum lista til býráðsvalið

Men tað er ógvuliga tungt at fáa kvinnur at stilla upp, so tað stendur illa til við javnstøðuni á listanum

Ráðhúsið í Eysturkommunu er rættiliga sermerkt

Nú er greitt, at ein ópolitiskur borgaralisti fer at bjóða seg fram á kommunustýrisvalinum í Eysturkommunu. Valevnini siga, at síðani Eysturkommuna varð stovnað, hevur tað einans verið politisk uppstilling til býráðsvalið. Men í ár er støða tikin til at gera ein lista, sum er politiskt óheftur.

Men tað er ikki ósannlíkt, at Javnaðarflokkurin og Framsókn stilla upp á hvør sínum partapolitiskum lista. Javnaðarflokkurin hevur tveir býráðslimir. Árni Jacobsen og Hans Mourits Foldbo, og Framsókn hevur ein býráðslim, Hanna Jensen.

Tað eru 13 valevni, sum bjóða seg fram á listanum, men tað stendur illa til við javnstøðuni, tí talan er um ellivu menn og bara tvær kvinnur.

Eitt av valevnunum, Per Martin Gregersen sigur, at tey hava gjørt nógv fyri at fáa fleiri kvinnur á listan, men tað hevur ikki borið til.

 

##med2##

Tey, sum stilla upp á borgaralistanum, eru:

Petur Súni Jacobsen, Leirvík

Magnus Skoralíð, Leirvík

Tollakur Joensen, Norðragøta

Marjun Andreasardóttir, Syðrugøta

Hans Jacob á Líknargøtu, Syðrugøta

Dánjal Andreasen, Leirvík

Eyðun Hansen, Norðragøta

Alfred Ellingsgaard, Leirvík

Katrin Kjartansdóttir, Leirvík

Hjalti Dalheim, Norðragøta

Uni Rasmussen, Norðragøta

Per Martin Gregersen, Norðragøta

Hugo Skorastein, Syðrugøta

 

Borgarstjórin, Jóhan Christiansen, sum er valdur fyri Tjóðveldi, hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur. Og vit hava frætt, at tríggir aðrir býráðslimir,  Brandur Jacobsen í Fólkaflokkinum, Árni Jacobsen í Javnaðarflokkinum og Gudny Langgaard frá Tjóðveldi, heldur ikki stilla upp aftur, so tað verður nakað av útskifting.

Ráðhúsið í Eysturkommunu er rættiliga sermerkt