Triði hvør seldi bilur í Noreg er el-bilur

Sølan av el-bilum í Noreg í fjør nærkaðist 33 prosentum. Í Føroyum var sølan av el-bilum bara 2,1 prosent

Sølan av el-bilum í Noreg hevur rættiliga tikið dik á seg. Framleiðarar hava trupulleikar at fylgja eftirspurninginum í framtíðini.

 

Næstan triði hvør bilur, sum varð seldur í Noreg í 2018, var tað, sum norðemnn kall »en nuludslipsbil« – ein bilur uttan CO2 útlát.

 

Sølan av elbilum hækkaði næstan 40 prosent í fjør.

 

Fyri fyrstu ferð er tann best umtókti bilurin ikki ein Volkswagen Golf. Hinvegin er tað ein Nissan Leaf, sum koyrir við el-megi, sum bilasølurnar oftast hava selt.

 

Tað vísa nýggj tøl frá norska Opplysningsrådet for Veitrafikken (OFV).

 

Sølan av CO2-neutralum bilum og hybridbilum var tilsamans 49,1 prosent av sølunum av nýggjum bilum.

 

– Sum heild kann sigast, at teir framleiðarar, sum kunnu gera el-bilar, vinna í hagtølunum. 2018 var tað árið, tá nýggir persónbilar, sum koyra við alternativum brennievni, tryggjaðu sær støðuna á marknaðinum, sigur OFV-stjórin, Øyvind Solberg Thorsen, sum mikudagin legði fram tølini.

 

Ógvusliga hækkanin í søluni av el-bilum er hinvegin ikki bara positiv.

 

Ein møguligur trupulleiki, ið kann koma, kann vera, at framleiðarar ikki megna at fylgja eftirspurninginum.

 

– Vit skulu hava atgongd til hesar bilar, teir skulu innflytast og framleiðast, sigur Solberg Thorsen.

 

Framskrivingini fyri 2019 bendir á, at næstan helmingurin av biluinum, sum verða seldir í Noreg í ár, verður el-bilar.

 

Samstundis standa 40.000 norðmenn á bíðilista til at keypa el-bil, og listin kann leingjast.

 

– Spurningurin er, um bilasølurnar megna at lata 70.000 el-bilar í ár, sigur OFV-stjórin, skriva Ritzau og NTB tíðindastovurnar.

 

Til samanberingar kann sigast, at í Føroyum eru tilsamans 110 elbilar. Av teimum eru 99 persónbilar. Tað er ein vøkstur upp á 200 prosent samanborið við 2017, tí tá vóru bara 33 persónligar, sum vóru el-bilar av til samans 37 el-bilum.

 

Til samans vóru 2.982 akfør seld í Føroyum í fjør. Av teimjum vóru 63 el-bilar. Tað er tað sama sum 2,1 prosent.