Triðja valevnið klárt hjá Føroyaflokkinum

Hjalmar Zachariassen, stovnari av Føroyaflokkinum.

Hjalmar Zachariassen, stovnari av Føroyaflokkinum.

Aftaná at Aksel V. Johannesen, løgmaður, í gjár nýtti ólavsøkurøðuna til at útskriva løgtingsval til 31. august, hava politisku flokkarnir nú 18 dagar aftrat til at fáa vallistarnar upp á pláss.

Hesaferð eru tað eisini munandi fleiri flokkar, ið bjóða seg fram á løgtingsvalinum. Umframt teir sjey flokkarnar, ið longu eru á tingi, bjóða tveir nýggir flokkar seg framm á valinum. Teir eru Framtakið og Føroyaflokkurin.

Og um ólavsøkuna kunngjørdi Føroyaflokkurin, at nú var triðja valevnið hjá flokkinum komin upp á listan. Talan er um 44 ára gamla Árna Vitalis, ið er búsitandi í Havn. Sambært facebook-síðuni hjá flokkinum er Árni løggildur el-innleggjari og sjálvstøðugur vinnurekandi í fyritøkuni Sinus.

- Umframt at vera familjumaður, er Árni eisini sera virkin í áhugafelagnum “Veiði- og Skjótifelag Føroya”. Eisini dámar honum væl at vera úti í náttúruni og at ganga fjallatúrar, skrivar flokkurin á Facebook.

Árni Vitalis er triðja valevnið hjá flokkinum. Frammanundan er boðað frá, at Hjalmar Zachariassen og Pæturi Eysturskarð stilla upp fyri nýggjasta flokkin í føroyskum politikki. 

Hjalmar Zachariassen, stovnari av Føroyaflokkinum.