Ein greining frá evropeisku samgonguni fyri ferðslu og umhvørvi bendir á, at marknaðurin fer at bjóða áleið trífalt so nógv sløg av elbilum longu í 2021.
Í løtuni eru áleið 60 ymisk sløg av elbilum, og út frá áhuganum hjá bilframleiðarum at bjóða elbilar, verður tað mett at vera 214 ymisk snið í 2021.
Forsøgnin væntar, at bilasølurnar koma at veita 92 heilt eldrivnar og 118 hybrid bilar, sum kunnu setast til løðing.
Um forsøgnin heldur, koma bilar, ið kunnu setast til løðistøðir, at vera 22 prosent av framleiddu bilunum á marknaðinum í 2025, sum sampakkar við ES málið um at tálma CO2 útlátið av bilum niður á 95g fyri hvønn kilometur.