Tríggir bilførarar fingu bót

Aftur í gjár kannaði løgreglan ferðsluna

Aftur í gjár var løgreglan á ferð at kanna ferðsluna og tey siga, at í hesum umfari vóru tað tríggir bilførarar, sum fingu bót. Og teir fingu allir bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu. Bótin fyri tað er 1.000 krónur.

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt.