Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Tað eru ávís vegastrekki í Havn, har bilførarar hava lyndi til at koyra skjótari enn gott er

 

 

Aftur í gjár var løgreglan ein túr við ferðmátaranum í Havn. Tað eru serliga nøkur ávís vegastrekki, har tað er so gott at koyra, at bilførarar hava lyndi til at koyra ov skjótt.

Tvey av hesum vegastrekkjunum eru Yviri við Strond og Glyvursvegur, og tað grettur næstan ikki, at kannar løgreglan ferðslun har, verða nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Og av tí, at talan er um vegastrekki, har bilar altíð koyra ov skjótt, er løgreglan eisini ofta har við ferðmátaranum.

Og í gjár var einki undantak, tí á Glyvursvegi fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman og Yviri við Strond fekk ein bilførari klipp í koyrikortið.

Á báðum hesum strekkjunum er tað loyvt at koyra 50.