Tríggir bilførarar komu í felluna hjá løgregluni

Teir koyrdu nakað væl skjótari enn loyvt er

Í gjárkvøldið varð løgreglan á ferð ymsastaðni á meginøkinum við ferðmátaranum og úrslitið av tí varð at tríggir bilførarar komu í felluna.

Teir koyrdu allir tríggir nakað væl skjótari enn loyvt er, tí tveir av teimum koyrdu ímillum 103 og105 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 80 og teir fáa sostatt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

Verri var hjá einum øðrum bilførara, tí hann koyrdi 128 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 80, so hann fær eina bót upp á 3.000 krónur, umframt at hann missur koyrikortið treytað. Sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd, annars missur hann koyrikortið.