Tríggir bilførarar koyrdu fullir

Tað gongur ikki, og hesir fara helst at missa koyrikortið nú

Tað hevur verið eitt friðarligt vikuskifti hjá løgreglini. Veðrið hevur verið gott, nógv fólk hava verið í býnum, og tey hava skikkað sær heilt væl. Tað fortelur vakthavandi hjá løgregluni í morgun.

Tó so hava tað verið summi, sum ikki hava skikkað sær heilt væl allíkavæl. Tríggir bilførarar eru nevniliga tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

Ein bleiv tikin leygarmorgunin og ein annar leygarkvøld, og hesir báðir endaðu í hvør sínum ferðsluóhappi. Sunnudagin seinnapart bleiv hin triði bilførarin tikin. 

Blóðroynd er tikin av øllum bilførarunum, og nú bíðar politiið bara eftir svari úr Danmark. Roknað verður við, at bilførararnir missa koyrikortið.