Tríggir tiknir fyri at koyra við kenning

Tveir í bili og ein á lendisakfari

Í gjár og í nátt vórðu trý fólk tikin fyri at koyra við kenning. Tveir bilførarar vórðu tiknir í Havn í nátt og í Sandoynni er ein maður skuldsettur fyri at koyra lendisakfar við kenning. Løgreglan sigur, at tað var eitt skrásett lendisakfar, so hann hevði loyvi til at koyra á alfaravegi við tí. Men annars er tað sama revsing fyri at koyra lendisakfar við kenning sum tað er at koyra bil við kenning.

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Ein maður fær bót fyri at bróta politiviðtøkurnar tí hann var so ólátaður inni á einum hotelli í gjár, at tey ringdu eftir løgregluni.

Í Skálafirði var eitt ferðsluóhapp tá ið tveir bilar bøttust á tí smala vegastrekkinum og annar bilurin fór so langt út á jaðaran, at hann fór útav og mátti sleipast upp aftur.