Tríggir tiknir fyri at koyra við kenning

Nógv fólk í býnum í Havn í nátt, og tað hevur merkt arbeiðið hjá løgregluni.

 

Tríggir bilførarar verða skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Ein varð tikin eftir eitt ferðsluóhapp yvir við Strond. Bilførarin koyrdi í skeivari síðu og rendi á ein mótkoyrandi bil.

Ein annar bilførari varð tikin í Hoyvík og ein í Havn.

Løgreglan sigur, at tað serliga er tá skeinkistøðini steingja, at fólk bróta koronutilmælini. Hetta er, tá fólk savnast uttan fyri matstøð, sum hava opið um náttina. Í slíkum føri ger løgreglan fólk varug við, at tilmælkni verða brotin.