Tríggir trolbátar eru á Skeivabanka

Nú partrolararnir endiliga hava brúkiligan fiskiskap eftir upsa, gongur verri hjá teimum smáu trolbátunum at fáa havtasku á Skeivabanka.

 

 

Myndin av Skálafossi, sum her landar í Havn, er tilvildarlig.

Myndin av Skálafossi, sum her landar í Havn, er tilvildarlig.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll skipini fiska upsa, og tey hava brúkiligan fiskiskap. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar í løtuni eru til fiskiskap. Tveir fiska kongafisk, og ein fiskar stinglaks og blálongu.

- Væntandi koma tveir av djúpvatnstrolarunum inn at landa síðst í næstu viku. 

Tríggir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku, men teir hava smáligan fiskiskap. Trolbátarnir landa helst miðskeiðis í næstu viku.

- Trý garnaskip eru eisini til fiskiskap eftir svartkalva, men eisini hesi skipini hava smáligan fiskiskap. Øll garnaskipini koma inn at landa síðst í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

 

Myndin av Skálafossi, sum her landar í Havn, er tilvildarlig.