Trolaraflotin ikki so virkin í løtuni

Onkur skip eru úti, onnur gera klárt at fara, og upp aftur onnur eru á beding.

 

- Eitt partrolarapar fiskar upsa, og eitt fiskar gulllaks. Væntandi fara fleiri skip út í vikuni, sum kemur. 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um virksemið hjá partrolaraflotanum í løtuni, har onkur skip eisini eru á beding.

Hjá djúpvatnstrolarunum er heldur ikki tað stóra virksemi í løtuni.

- Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir eru vestan fyri og koma helst inn at landa í vikuni sum kemur.

Øðrvísi er hjá teimum smáu trolbátunum, sum nýliga eru slopnir á landleiðina aftur at fiska. Tveir eru norðan fyri, og tveir eru á landleiðini.

- Teir, sum eru úti, koma væntandi inn at landa mánadagin.

Trolbátar, sum í løtuni eru inni, fara helst út aftur á landleiðina nú um vikuskiftið og koma so inn aftur at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip eru til fiskiskap í løtuni. Tey fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Bæði garnaskipini koma inn at landa í vikuni.