Trolbátar stavn um stavn

Tað var trolbáturin, Skálafossur, sum hevði størsta veiðivirði í fjør, men tað var Sigatindur sum hevði størstu nøgdina.

 

 

 

 

Í uppgerðini hjá Vørn yvir gongdina hjá teimum smáu trolbátunum í fjør, eru átta bátar í bólki 4T. Sambært tølunum hevði Sigatindur størstu nøgdina, 478,2 tons og eitt veiðivirð á 7,8 miljónir krónur.

Næst størstu nøgdina hevði Skálafossur, 465,5 tons, men Skálafossur hevði sambært uppgerðini eitt veiðivirði á 8,3 miljónir krónur, sum soleiiðis er umleið eina hálva miljón størri enn veiðivirðið hjá Sigatindi.

Búgvin, Fiskaklettur, Jens Leon og Olga Maria høvdu ávikavist 442,2, 435,4, 426, 2 og 415 tons í part.

Hyggja vit eftir, hvussu veiðivirðið deilir seg millum hesar fýra bátarnar, seldi Búgvin fyri 7,4 miljónir, Fiskaklettur fyri 7, Jens Leon fyri 5,8, og Olga Maria seldi fyri 5,6 miljónir krónur.