Trolbátarnir lidnir á landleiðini

Fiskiskapurin hjá partrolarum eftir upsa er fyri tað mesta smáligur.

 

 

Tað var lív í á bryggjuni í Leirvík, tá henda myndin varð tikin. Her vóru tað trolbátar, sum høvdu rokast.

Tað var lív í á bryggjuni í Leirvík, tá henda myndin varð tikin. Her vóru tað trolbátar, sum høvdu rokast.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, men fiskiskapurin er fyri tað mesta smáligur. Hinvegin eru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap, annar er á Føroyabanka.

Tað er helst Magnus Heinason hjá Havstovuni, sum í løtuni er á Bankanum, har teir gera heyst yvirlitstrolingar fyri at kanna støðuna á Føroyabanka.

Fýra trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa tosk og flatfisk. Ein trolbátur er eisini norðan fyri og fiskar tosk og hýsu og eitt sindur av flatfiski. 

- Trolbátarnir, sum fiska á landleiðini, landa allir mánadagin, tí nú er trolingin á landleiðini liðug fyri í ár, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. 

Lagt verður aftrat, at trý garnaskip eru á ísfiski eftir svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku - annað skipið ísar, og hitt frystir.

Tað var lív í á bryggjuni í Leirvík, tá henda myndin varð tikin. Her vóru tað trolbátar, sum høvdu rokast.