Trolveiðan gongur sína gongd

Væntandi landa nøkur partrolarapør, onkur djúpvatnstrolari og onkur trolbátur í næstu viku.

 

Í dag eru flestu partrolarapør til fiskiskap. Allir fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Tríggir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap í løtuni.

- Tveir fiska kongafisk og koma helst inn at landa síðst í næstu viku. Ein djúpvatnstrolari er á Munkagrunninum og kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir trolbátar eru til fiskiskap.

- Annar er á Skeivabanka og fær eina blanding av toski, havtasku, upsa og longu. Hesin kemur inn at landa mánadagin. Hin trolbáturin, sum eisini er til fiskiskap, landar helst miðskeiðis í næstu viku.

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og bæði skipini ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur.

- Tvey garnaskip fiska havtasku, harav annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt ísar. Eitt garnaskip er í løtuni á beding, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.