Trolvinnan roynir sum best undir Føroyum

Í næstu viku koma bæði partrolarar, djúpvatnstrolarar, trolbátar og garnaskip inn at landa.

 

 

 

Upsafiskiskapurin broytist ikki nógv og er framvegis smáligur fyri tað mesta. Men, flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og pørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at umframt partrolarapørini, eru eisini tríggir djúpvatnstrolarar til fiskiskap í løtuni.

Teir fiska á djúpum vatni og fáa mest av svartkalva, kongafiski og øðrum djúphavsfiskasløgum.

- Ein djúpvatnstrolari kemur inn at landa fyrst í næstu viku, og hinir báðir landa væntandi seinni í vikuni sum kemur.

Í gjár vóru tríggir trolbátar til fiskiskskap. Teir fáa mest tosk og hýsu, umframt nakað av upsa, havtasku og flatfiski. Væntandi koma allir tríggir inn at landa miðskeiðis í vikuni.

- Trý garnaskip fiska svartkalva, og øll ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, harav annað skipið frystir, verður lagt aftrat.