Trom fær nú fýra milliónir til filmsverkætlan

Uppskot til eykajáttan er nú farin í tingið soleiðis, at filmsverkætlanin Trom fær tær fýra milliónirnar í mvg-afturbering, sum skulu til, fyri at upptøkur skulu gerast í Føroyum av filminum, sum byggir á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen.

Hesum boðaði Jørgen Niclasen frá á tíðindafundi í Tinganesi fríggjadagin, sum annars snúði seg um kreppuhjálpina til Atlantsflog og Vága Floghavn.

Verkætlanin er upp á tilsamans 37 milliónir krónur, og av teimum skulu 16 milliónir brúkast í Føroyum. Men ein treyt er, at verkætlanin fær fýra millinónir afturbornar, sum eru útreiðslurnar til mvg, so sum treytirnar eru aðrastaðni. Um tað ikki hevði eydnast, so vórðu upptøkur als ikki gjørdar í Føroyum. Men nú uppskotið kemur í tingið, og øll tann politiska skipanini hevur biðið um tað, so er tað vist, at pengarnir verða játtaðir.

Trom flytir fólkakæru søgurnar hjá føroyska skaldsøguhøvundanum, Jógvani Isaksen, inn í eina spennandi sjónvarpsrøð í seks pørtum. Karmurin rundan um spenningssøguna er vakra og stórbæra føroyska náttúran, og Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið.

##med2##

Jón Hammer, sum er framleiðari í TROM-verkætlanini, segði við in.fo í julimánaði, tá tilsøgnin um pengarnar kom, at hann er fegin um stuðulin, sum var ein treyt fyri, at tað skuldi eydnast at gera upptøkur til filmsrøðina í Føroyum.

Hann segði eisini, at ætlanin er at fara undir upptøkurnar í mars næsta ár, og at røðin skal vera liðug eftir fáar mánaðir soleiðis, at hon kann sýnast longu í september ella oktober næsta ár.

Spurdur um ætlanin er at fara víðari við verkætlanini, tá teir fimm partarnir eru gjørdir, svarar hann, at tað er tað, men at enn er fígging bara til hesar seks partanar.

– Vit fáa at síggja, hvussu tað verður við tí, segði hann.

Tað vera fyri tað mesta føroyingar, ið skulu spæla við filminum, og sum vera við til upptøkurnar. Nakrir leiklutir verða til útlendingar, eini teir ella tríggir, segði Jón Hammer.

Hann segði eisini, at talan er um størstu upptøkur, sum vit nakrantíð hava  megnað at gjørt í Føroyum, og at útrbeiðslan eisini verður góð, tá avtala er gjørd við Viaplay og ZDF.

– Tað hevur tú longu tryggjað tær eitt hyggjaratal upp á fleiri milliónir fólk, segði hann.

 

Jón Hammer er framleiðari í TROM-verkætlanini (Mynd: Álvur Haraldsen)