TROM-framleiðarin fegnast um lyftið frá landsstýrinum

Hoyr samrøðu við Jón Hammer, framleiðari í TROM-verkætlanini

Jón Hammer (Mynd: Álvur Haraldsen)

Jón Hammer (Mynd: Álvur Haraldsen)

Toymið handan TROM-filmsverkætlanina fegnast, nú landsstýrið er vorðið samt um at játta pening til verkætlanina, soleiðis at til ber at taka sendirøðina upp í Føroyum.

– Tað er hetta, sum vit hava ætlað og vónað allatíðina. Men vit bíða enn eftir tí formella, sigur Jón Hammer, framleiðari, í samrøðu við FM1. 

Hann sigur, at tað sær lovandi út fyri, at tað sendirøðin verður tikin upp í Føroyum. Ætlanin er at fara í holt við upptøkurnar í mars 2021.

Hoyr alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jón Hammer í tíðindunum á FM1 í gjár, við at trýsta á pílin undir myndini.

Jón Hammer (Mynd: Álvur Haraldsen)