Ársins Rósa til ítróttarmann

Aftur í ár varð Ársins Rósa handað einum persóni, sum hevur verið virkin innan ítróttin í Klaksvík.

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Kristoffur Ragnarson, formaður í Stjørnuni, varð í dag handaður Ársins Rósu í Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið í kvøld.

 

Tá jólaskipið hevði lagt at í Klaksvík í kvøld, handaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, Ársins Rósu.  Hesa ferð fall valið á Kristoffur Ragnarson, sum í mong ár hevur verið formaður í Stjørnuni.

 

Sambært Norðlýsinum hevur Kristoffur Ragnarson verið virkin í Stjørnuni í yvir 46 ár, og hevur, meiri enn nakar annar, verið ímyndin av felagnum.