Tróndur í Gøtu kemur at liggja eitt knapt ár

Sum kunnugt brotnaði gearið hjá Tróndi í Gøtu. Skaðin hendi 16. apríl. Tað vísti seg at skipið má hava nýtt gear. Ein tílík vøra er ikki goymsluvøra, men skal framleiðast til einstaka skipið, og tekur hetta fleiri mánaðir. Tróndur í Gøtu kemur væntandi at liggja eitt knapt ár.

Soleiðis skrivar Varðin Pelagic á síni heimasíðu.

Tróndur hevur bæði sild, makrel og svartkjaft eftir at fiska, so hetta hevur verið ein smeitur fyri bæði reiðarí og manning. Reiðaríðið hevur brúkt hesa tíðina til at finna eina loysn á støðuni, um annað hóskandi skip er til leigu. Umboð fyri Varðan hava verið úti og kannað ymisk skip, sum eru hóskandi til at fiska og avreiða fyrsta floks fisk til matna. Hetta er ynski og krav frá keyparunum av vørunum, sum Varðin framleiðir, skrivar Varðin Pelagic.

 

Felagið hevur verið í sambandi við eitt reiðarí í Skagen sum eigur eitt ára gamla skipið Gitte Henning, og hevur undirskrivað avtalu um leigu av skipinum. Avtalan inniber eisini forkeypsrætt, um P/F Varðin ynskir tað. Gitte Henning kemur til Føroya um mánaðarskiftið august/september, kunnar Varðin á síni heimasíðu.