Tróndur Kragesteen vart PhD

Tróndur Kragesteen, granskari á P/F Fiskaaling, hevur í dag vart PhD á Danmarks Tekniske Universitet, DTU Aqua

Mynd: Fiskaaling

Mynd: Fiskaaling

Heitið á nýggju PhD-verkætlanini er: “Minking av lúsapláguni i føroysku alivinnuni”

Tróndur hevur lagt serligan dent á at skilja og stýra spjaðing av smittu í alihøpi. Serliga laksalúsin (Lepeophtheirus salmonis) er ein týðandi forðing fyri framhaldandi vøkstri í laksaídnaðinum á norðurhálvuni. Átøk mótvegis laksalúsini kunnu hava neiligt árin fyri umhvørvið og eru kostnaðarmikil, eisini tá ið hugsað verður um nýggjari ikki-kemiskar viðgerðir, skrivar Fiskaaling á heimasíðuni.

Tað er avgerandi fyri alivinnuna eftir burðardyggum leisti at hava tamarhald á laksalúsini. Bio-fysisk model hava aðrastaðni verið nýtt sum amboð at meta um smittu millum alibrúk og smittutrýstið á villum fiskastovnum. Dynamisk model hava eisini verið ment, fyri at spáa um lúsatilgongdin í alibrúkum, men úrslitini av hesum hava verið skiftandi.

Tróndur Kragesteen hevur megnað at tvinna bio-fysiska modelering fyri lúsamenning og bio-økonomisk model, ið kunnu greina búskaparliga vinningin við ymiskum strategium at basa lúsini. Endamálið er at framleiða ein leist, sum kann finna fram til ta strategiina fyri lúsabasan, ið loysir seg best.

Tróndur Kragesteen starvast á Fiskaaling, har hann framhaldandi fer at granska í spjaðing av laksalýs. Hetta verður skipað sum ein post doc, sum er fíggjað av Granskingarráðnum.

Høvuðsvegleiðari hjá Tróndi Kragesteen var Ken H. Andersen, professari við DTU Aqua, og aðrir vegleiðarar vóru Andre W. Visser og Knud Simonsen.

Mynd: Fiskaaling

Tróndur Kragesten er her vorðin PhD (mynd: Jón Kragesteen)