Matmarknaðirnir í Kina, sum hava selt hundar, úlvar og sibetkettur, eru nú knýttir til útbreiðsluna av corona-virusinum.

Tropisk ketta orsøk til laksaprísfall

Í Kina eta tey sibetkettur, og hesar eru berarar av corona-virusinum, sum nú eisini órógvar laksamarknaðin í Kina.

 

 

Matmarknaðirnir í Kina, sum hava selt hundar, úlvar og sibetkettur, eru nú knýttir til útbreiðsluna av corona-virusinum.

 

Sambært handilskeldum hevur kinesiski miljónbýurin Wuhan, sum er miðstøð fyri útbreiðslu av corona-virusinum, stongt allan handil við livandi dýrum til mannaføði. Matmarknaðirnir, sum hava selt hundar, úlvar og sibetkettur, eru nú knýttir til útbreiðsluna av virusinum, sum higartil hevur gjørt av við fleiri menniskju og haraftrat hevur smittað umleið 830 fólk í Kina.

Tað skrivar Wall Street Journal.

Flogborni laksamarknaðurin í Kina er serliga týdningarmikil fyri teir framleiðarar, sum selja stórlaks, og nú kinesarar hava minkað um innflutningin, nú flogleiðir eru stongdar, gongur hetta eisini út yvir laksaprísin. 

Keldur, sum norska heimasíðan - www.ilaks.no - vísir til, siga, at laksaprísurin stendur fyri falli.

- Tað er serliga laksur, sum vigar seks kilo og meira, sum vit selja til Kina. Orsøkin er, at fleiri og fleiri floghavnir í landinum eru stongdar. Tað er corona-virusið, sum elvir til órógv, og hetta sær ikki gott út. Tað kemur tó ikki óvart á, at prísirnir á stórum laksi eru lækkaðir, sigur kelda við www.ilaks.fo

Lagt verður aftrat, at prísirnir fyri laks, sum vigar seks kilo og meira, hava ligið millum 90 og 100 norskar krónur fyri kilo seinasta mánaðin, men sambært útlitum, sum iLaks hevur um laksaprísin, fer kiloprísurin at fella við umleið 20 norskum krónum næstu vikuna.

Væntandi er tó ikki, at príslækkingin fyri laks, sum liggur millum trý og seks kilo, verður eins stór. Sambært iLaks er hetta fyrstu ferð seinastu seks vikurnar, at miðalprísurin á laksi eftir øllum at døma verður minni enn 70 norskar krónur fyri kilo.

Sambært iLaks verður laksaprísurin í komandi viku umleið hesin, og her er prísurin roknaður í norskum krónum: 

2-3 kg. 58-60 krónur

3-4 kg. 64-66 krónur

4-5 kg. 67-69 krónur

5-6 kg. 68-72 krónur

6+ kg. 70-75 krónur

Matmarknaðirnir í Kina, sum hava selt hundar, úlvar og sibetkettur, eru nú knýttir til útbreiðsluna av corona-virusinum.