Trump eigur at vitja Nuuk

- Um Donald Trump vil umrøða Grønland, eigur hann at koma higar - og ikki til Danmarkar.

 

- Hetta vísir stóra áhugan hjá USA, og hetta vísir eisini, hvussu virðismikið Grønland er fyri USA, sigur Aaja Chemnitz Larsen.

- Hetta vísir stóra áhugan hjá USA, og hetta vísir eisini, hvussu virðismikið Grønland er fyri USA, sigur Aaja Chemnitz Larsen.

 

- Tá ein ríkisvitjan snýr seg um Grønland, er adressan Nuuk og ikki Keypmannahavn, sigur grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz Larsen.

Eins og hennara grønlendski starvsfelagi á Fólkatingi, Aki-Mathilda Høegh-Dam, sær eisini Aaja Chemnitz Larsen gongdina, sum førdi til, at Donald Trump avlýsti vitjanina í Danmark, sum positiva.

- Hetta vísir jú stóra áhugan hjá USA, og hetta vísir eisini, hvussu virðismikið Grønland er fyri USA, sigur Aaja Chemnitz Larsen við www.sermitsiaq.ag.

Aaja Chemnitz Larsen heldur eisini, at hetta eigur at vera eitt tekin til donsku fólkatingslimirnar. - Tá tað aftur verður gerandisdagur á fólkatingi, skulu vit minnast til, hvussu virðismikil ríkisfelagsskapurin er fyri Danmark.

- Hetta eigur at síggjast aftur í ítøkiligum úrslitum, sum eitt nú meira umfatandi hjálp til grønlendsk børn og burturbeining av lønarmuni innan løgreglufólk í Danmark og Grønlandi.

Fólkatingslimurin heldur, at um slík mál ikki verða loyst millum Danmark og Grønland fer hetta at føra til størri ørkymlan og spenning millum londini.

- Hetta vísir stóra áhugan hjá USA, og hetta vísir eisini, hvussu virðismikið Grønland er fyri USA, sigur Aaja Chemnitz Larsen.