Trump hevur snakkað um keyp í fleiri vikur

Sambært The Washington Post var umsitingin hjá Donald Trump klár við einum tilboði fyri Grønland.

 

 

 

Í dag gjørdist greitt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, avlýsir sína ætlaðu vitjan í Danmark, tí danir ikki eru sinnaðir av umrøða eina møguliga sølu av Grønlandi til USA. Avlýsingin av vitjanini hevur gjørt danir ovfarnar.

Fólk, sum hava fylgt við hesum máli í USA, siga við The Washington Post, at forsetin hevur snakkað um møguligt keyp av Grønlandi í fleiri vikur, og umsitingin hjá honum hevur eisini verið til reiðar við einum tilboði niður í smálutir.

Sambært The Washington Post var ein partur av pakkanum, at USA skuldi gjalda Grønlandi 600 miljónir dollarar um árið - ella stívliga fimm miljardir krónur. Tað er sambært CIA World Factbook nakað meira, enn Grønland fekk í ríkisstuðli úr Danmark í 2017.

Aftrat hesum skal Donald Trump sambært The Washington Post hava verið klárur við einum eingangsgjaldi til Danmark fyri at eggja til sølu av Grønlandi. 

NRK í Noregi skrivar, at tað eru grønlendingar sjálvir, sum eiga avgerðina, um landið skal seljast. Grønland hevur víðfevnt sjálvstýri, tó at uttanríkis-og verjupolitikkur verður stýrdur úr Keypmannahavn.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur sagt, at Grønland er ikki til sølu. 

Sambært CIA World Factbook, sum NRK endurgevur, fær Grønland ein munandi ríkisstuðul úr Danmark á hvørjum ári, og í 2017 var talið umleið 535 miljónir dollarar. Hetta svarar til umleið helvtina av landsins inntøkum - og umleið 25 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.