Trump hóttir við at leggja Iran í skeljasor

Um Iran fer í kríggj, so er tað liðugt við statinum Iran, ávara Trump í einum tweet-boðum. Man hóttir ikki USA, sigur hann.

Donald Trump forseti ávarar á Twitter Iran um at verða lagt í skeljasor, um landið byrjar kríggj. Tað økir um óttan fyri, at USA og Iran nærkast kríggi.

– Um Iran byrjar við at stríðast, so verður tað almenni endin á Iran. Royni ongantíð at hótta USA, ljóðar tað í tweetinum frá Trump.

USA hevur undir Trump sett í gildi aftur tiltøkini ímóti Iran, og stjórn hansara hevur upplýst, at hon hevur savnað herfólk við Persaraflógvan.

Trump leggur Iran undir at hótta amerikansk herfólk og áhugamál í økinum.

Shiamuslimskir houthi-uppreistrarfólk í Yeman hava fyri nøkrum døgumsíðani sent rakettir ímóti oljuverkum í Saudi Arabia. Uppreistrarfólkini fáa stuðul úr Iran.

Iranska stjórnin hevur lýst hóttanirnar frá USA sum »sálarfrøðilig krígsførsla« og eitt »politiskt spæl«.

USA fór í mai í fjør úr kjarnorskusemjuni, sum fleiri stórveldi høvdu gjørt við Iran í 2015. Hon skuldi forða fyri, at Iran mennir kjarnorkuvápn.

USA fór úr avtaluni, sjálvt um altjóða kjarnorkuumboðið (IAEA) við teirra eftirlitum í Iran høvdu boðað frá, at Iran heldur kjarnorkuavtaluna.

Men USA hevur longt listan við krøvum til Iran. Eitt av teimum er ikki at stuðla Hizbollah og sýrisku stjórnini og steðga við at menna rakettir.

Samstundis verða øll altjóða virki hótt við amerikanskum tiltøkum um tey handla við ella virka í Iran. Tað hevur rakt iranska búskapin meint.

Tað hevur givið ES álvarsamar trupulleikar. Í Brússel eru tey samd um, at Iran heldur kjarnorkuavtaluna. Men tey eru skerd av, at stjórnin í Washington vil forða evropiskum virkjum í USA, um tey vinna pengar í Iran.

Eftir kjarnorkuavtaluna í 2015 var til dømis danski samhandilin við Iran tvífaldaður eftir einum ári, og fleiri donsk virki stóðu klár at fara undir handil í landinum. Eftir at USA fór úr avtaluni og setti hørðu tiltøkini í verk aftur, er næstan eingin danskur handil við Iran.

Linjan hjá Trump yvir fyri Iran verður stuðlað av Ísrael og Saudi-Arabia.

/ritzau/

Trump har igennem længere tid beskyldt Iran for at true amerikanske soldater og interesser i Mellemøsten. - Foto: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix

 

TIDLIGERE VERSIONER

22.41 Trump truer Iran med udradering 2. version

21.48 1. version