Trump stakk av frá Nato fundi

Donald Trump gjørdi í dag av at fara frá Nato toppfundinum í London áðrenn tíð.

Hildið verður, at Trump slapp sær avstað, tí hann var vorðin firtin av einum videobroti, har aðrir leiðarar tykjast at flenna eftir Trump.

 

Til miðlafundin segði Donald Trump, at Justin Trudeau, forsætisráðharrin í Kanada, var falskur. Trump segði, at Trudeau var falskur, tí at Trudeau ikki hevði økt verjujáttanina til 2 prosent av BTÙ, sum hann hevði lovað. Tað er tó mong, sum halda, at Trump gjørdist firtin av einum videobroti frá fyrr á degnum, har tað tykist sum um, at Boris Johnson, Onnu prinsessu, Emmanuel Macron, Mark Rutte og serliga Justin Trudeau gera gjøldur burtur úr Trump.

- Hann er falskur. Sjálvandi er Trudeau ein fínur fýrur. Eg haldi, at hann er ein fínur fýrur. Men eg segði við hann, at hann betalir ikki 2 prosent, og eg gangi út frá, at hann er ikki serliga fegin um tað. [...] Hann betalir ikki 2, men hann skal betala 2 prosent.

Fyrr í dag kom eitt videobrot undan kavi, har áðurnevndu fimm fólk tosa um og flenna eftir viðkomandi. Ljóðupptøkan á videobrotinum er ikki góð nokk, til at tað ber til at hoyra, um tey tosa um Donald Trumo, forseta. Tað hoyrist, at Trudeau tosar um onkran tíðindafund, sum kom óvart á onnur.

Hvørki Boris Johnson ella Justin Trudeau vátta, at teir flentu eftir Donald Trump fyri opnari mikrofon, men Trudeau vildi vera við, at tað kom óvart á hann, at Donald Trump fyrr á degnum hevði skipað fyri tveimum tíðindafundum.