Trupulleikin stingur seg upp við jøvnum millumbili

Royn og samanber sosialu trygdina hjá einum fiskimanni og almennum fulltrúa - ella einum almennum stjóra, sigur Annfinnur Garðalíð

 

 

Sjólívið er eitt av vandamiklastu størvunum í landinum, samstundis sum at fiskimenn hava vánliga sosiala trygd aftur ímóti nógum skrivstovufólki á landi. Tað staðfestur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.

Hann talar at, nú Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at avtaka skattafrádráttin hjá fiskimonnum.

Frádráttur kom fyri nøkrum árum síðani fyri at byrgja fyri at ov mong av okkara sjófólki leitaðu sær betri hýrur aðrastaðni enn í Føroyum, sigur hann.

Hann sigur, at frádrátturin var fullkomiliga neyðugur fyri at geva føroyskum fiskiskipum ein møguleika standa seg so dánt í kapping við skip í Noregi og aðrastaðni.

– Tað eydnaðist at basa trupulleikanum tá, men hann er ongantíð horvin heilt, og hann hevur lyndi til at stinga seg upp aftur so hvørt umstøðurnar versna umborð á føroyskum skipum, sigur formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnum.

Upprunaliga var skattafrádrátturin 15 prosent av av hýruni upp til 500.000 seinni er hann minkaður niður í 14 prosent av 470.000.

– Her skulu vit tó eisini havast í huga, at  at sjófólk hava verri sjúkra- og arbeiðsloysistryggingar enn tær hjá flestu øðrum lønarbólkum.

– Fer ein sjómaður í land vegna sjúku, fær hann bara 80 prosent av vanligari arbeiðsmannaløn so leingi hann er í landi.

­– Royn og samanber hetta við umstøðurnar hjá fulltrúum og ráðgevarum í almennu fyrisitingini, fyri ikki at tala um teirra stjórar, sigur Annfinnur Garðalíð.

Hann nevnir eisini, at gjøldini fyri at keypa fisk á uppboði er í roynd og veru eisini ein skattur sum bara skiparar, manning, reiðarí og rættindahavarar, gjalda.

– Nøkur dømi vísa at upp til 90,4 prosent av søluvirðinum fyri eina avreiðing er farið beint í landskassan, sigur hann.

– ­Eisini vísti ein donsk kanning herfyri at sjófólk hava verri heilsu og liva í miðal fimm ár styttri enn kontórfólk og arbeiðsfólk á landi annars, sigur Annfinnur Garðalíð.