Tá kynshugurin mennist, finna mong út av, at tey hava aðrar tankar enn javnaldrarnir.

Trupult at fáa pedofilar í viðgerð

Tey ungu hava brúk fyri hjálp til at seta sær sjálvum mørk og til at handfara sínar tankar.

 

Tá kynshugurin mennist, finna mong út av, at tey hava aðrar tankar enn javnaldrarnir.

 

Fólk, sum hava pedofilar tankar, hava trupult við at fáa tey røttu tilboðini um ráðgeving og viðgerð. Tað er ein av niðurstøðunum í einari frágreiðing um stuðul til fólk við pedofilum tonkum, sum danska Heilsustýrið gav út herfyri.

Í dag er skipanin soleiðis innrættað, at fólk við pedofilum tonkum, sum ynskja ráðgeving ella viðgerð, skulu hava eina ávísing hjá økislækna. Men, hetta er lættari sagt enn gjørt, tí tað eru tey, sum ikki vilja, at slíkir trupulleikar skulu koma í eina journal ella læknafrágreiðing um seg sjálvi.

- Tað er týdningarmikið at tryggja, at fólk, sum eru forpínd av kynsligum tonkum um børn og sum ynskja at koma í viðgerð, lætt kunnu fáa henda møguleika, sigur Kirsten Hansen, deildaleiðari í danska Heilsustýrinum.

Í nevndu frágreiðing eru nøkur uppskot um, hvussu tryggjast kann, at fleiri við pedofilum tonkum fáa atgongd til viðkomandi tilboð um ráðgeving og viðgerð.

Eitt av uppskotunum er at finna loysnir, soleiðis at møgleiki verður at fáa beinleiðis atgongd - uttan um sín egna lækna. Onnur ráð eru, at einstakir upplýsingar í sjúklingajournalini ikki verða skrásettir ella verða gjørdir duldir.

Hesi uppskot byggja á danskar og útlendskar royndir, sum kanningin hevur samlað saman. Kanningin hjá Heilsustýrinum vísir á, at skulu átøkini at hjálpa fólki við pedofilum tonkum mennast, er tað eitt gott hugskot at gera meira burtur úr upplýsing.

Hetta hevði aftur gjørt tað lættari at funnið kunningartilfar um evnið, og soleiðis hevði tað eisini verið lættari at funnið røttu tilboðini um ráðgeving og viðgerð til tey, sum hava tørv á slíkum.

Kanningin vísir, at tað serliga er eitt gott hugskot við einari málrættari upplýsing fyri ung.

- Kynshugurin mennist, tá fólk eru tannáringar, og tað er her, at mong finna út av, at tey hava aðrar kynsligar tankar enn javnaldrarnir. Tey ungu hava brúk fyri hjálp til at seta sær sjálvum mørk og til at handfara sínar tankar, sigur Kirsten Hansen.

Kanningin um átøk fyri fólk við pedofilum tonkum, sum Heilsustýrið stendur aftan fyri, er gjørd av COWI, ið er ein norðurevropeisk ráðgevingarfyritøka, ið starvast um allan heim. Kanningin byggir partvís á teir møguleikar, sum longu eru á hesum øki í Danmark og partvís á royndir úr øðrum londum.

Á donsku fíggjarlógini fyri 2019 og í partinum til átrokandi átøk á heilsuøkinum eru pengar settir av til kanningar, sum skulu greiða, hvussu átøkini at hjálpa fólki við pedofilum tonkum kunnu mennast.

Tað er heimasíðan hjá Heilsustýrinum – www.sst.dk – sum er keldan til hesi tíðindi, og her ber eisini til at lesa frágreiðingina, sum Heilsustýrið hevur skrivað um ráðgeving og viðgerð fyri fólk við pedofilum tonkum.

 

 

Tá kynshugurin mennist, finna mong út av, at tey hava aðrar tankar enn javnaldrarnir.