Trý diamantbrúdleyp í sama 60 ára gamla bindiklubba

Í einum bindiklubba í Havn hittast tey trúføst aðru hvørja viku – bæði konurnar og menninir. Hetta hava tey gjørt í nærum seksti ár. Tá tað er fult mannað, eru tey 20 í tali, har tey yngstu eru í seksti árunum og tey elstu í áttatiárunum. Í hesum vinabólkinum eru trý pør, sum innan fyri seinastu átta mánaðirnir hava havt diamantbrúdleyp

Arnstein og Annelena Niclasen, Arnfinnur og Jacobina Setberg, Leivur og Marita Guttesen

Arnstein og Annelena Niclasen, Arnfinnur og Jacobina Setberg, Leivur og Marita Guttesen

Tá hesi trý pørini - Annelena og Arnstein Niclasen, Jacobina og Arnfinnur Setberg og Marita og Leivur Guttesen - sum tilsamans hava verið gift í 180 ár, verða spurd, hvat loyndarmálið til eitt so langt lív saman er, eru tey samd um svarið.

– Kærleikin sløknar ikki, og tað hevur stóran týdning, at man hevur somu virði, siga Marita og Leivur Guttesen.

– Tað hevur nógv at siga, at man hevur eitt felags virðisgrundarlag. Broytist virðisgrundalagið hjá øðrum, so er ikki nemt at halda saman, tí tá svíkir annar tað virðisgrundarlagið, sum man bygdi tá, tá man bleiv forelskaður og giftist, leggur Arnstein Niclasen aftrat. 

– Umframt tað, so má man vera góður við hvønn annan og vera ærligur ímóti hvørjum øðrum, leggur Annelena Niclasen aftrat. 

– Tað er eisini umráðandi at vera rúmligur, so at makin kann vera tann, sum hann er. Leivur hevur altíð stuðlað mær í tí, sum eg havi valt at gjørt. Tað hevur verið gott fyri meg, sigur Marita Guttesen.

Eisini eru tey samd um, at ert tú væl fyri, er tað gott at vera pensionistur í Tórshavnar kommunu í dag.

– Fyri tað fyrsta hava vit eitt felags grundarlag í Ebenezer, har vit øll ganga, men eisini eru vit nógv í Tilhaldinum, har vit syngja hvønn týsmorgun, eru øll nýggju samd í. 

 

Les alla samrøðuna við diamantbrúðarpørini í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og kann keypast talgildur her

Arnstein og Annelena Niclasen, Arnfinnur og Jacobina Setberg, Leivur og Marita Guttesen